Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Ársins nettosøla er 393.839 tkr imóti 341.895 tkr síðsta ár. Úrslitið eftir skatt er 66.590 tkr ímóti 67.482 tkr síðsta ár. Leiðslan metir ársúrslitið vera nøktandi.

Soleiðis tekur leiðslan í partafelagnum Mowi Faroes samanum í ársroknskapinum fyri 2020. Tað skilst ímillum reglurnar, at ein orsøk til, at minni fekst burturúr hóast meira var framleitt er korona farsóttin.

Mowi rindaði meira í lønum ella starvsfólkakostnaði í fjør enn fyrraárið. Nærum 50 mió kr, sum er einar 9 mió kr meira enn árið fyri. Men starvsfólkatalið er kortini óbroytt, ella á leið 77. Tølini kundu bent á, at tað eru hampuliga góðar lønir at fáa í Mowi.

Mowi rindaði 14,6 mió kr í partafelagsskatti í fjør, nærum tað sama sum fyrraárið.

Eginpeningurin er nú 623 mió kr og fíggjarstøðan javnvigar annars við 717,6 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo