Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í seinastuni hava verið nógvar fráboðanir um púra meiningsleysa oyðilegging av kommunalum ognum.

Tað verður ofta roknað sum eitt sjúkutekin í samfelagnum, tá ungdómar fremja harðskap móti deyðum tingum.

Eg haldi tó, at oftast er talan um annars fittar ótangar og forherðingar, sum onkra løtu halda seg ikki at hava nakað annað at brúka orku uppá.

Tá tað er sagt, so eri eg sera harmur um rákið í seinastuni, nú vit at kalla hvørt vikuskiftið fáa fráboðanir um herverk á til dømis skúlar og dagsstovnar.

Hetta má tí steðga beinanvegin.

Hetta eru ognir vit øll eiga - og vit skulu brúka skattaborgaranna pengar til at gjalda fyri umvælingar og endurnýggingar – tí børnini skulu møta á stovnunum dagin eftir.

Hugsi at nógv verður vunnið við at vit øll saman gera ein eyka innsats við at tosa við tey ungu.

Hetta er tí ein innilig áheitan á skúlar og foreldur, um at tosa við børnini um týdningin av at fara væl um og at vera góð við alt tað, vit eiga felags.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo