Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fremsta mál hjá Tórshavnar Kommunu eigur altíð at vera, at tryggja øllum borgarum møguleika at keypa grundstykkir og at kunna leiga íbúðir í kommununi.
 
Kanningar sum Tórshavnar Býráð lat gera í 2017/18 vístu, at bæði okkara ungu og okkara eldru borgarar ynskja munandi fleiri leiguíbúðir í framtíðini.

Tórshavnar kommuna eigur eftir mínum tykki at leggja nógv størri orku í, at selja vinnuligum ella privatum íleggjarum góð og bílig grundstykkir í allari kommununi til íbúðarbygging.

Endamálið má vera at gera tað so mikið “attraktivt” hjá vinnuligum íleggjarum at byggja íbúðir, at hesir megna at fremja íbúðarbyggiverkætlanir til ein so lágan byggiprís sum gjørligt.

Á henda hátt kunnu leiguíbúðirnar eisini bjóðast út til leigu til ein so rímuligan leiguprís sum til ber.

Hetta er eisini tað sum er best fyri trivnaðin hjá borgarum, sum ynskja at búgva í leiguíbúðum í Tórshavnar kommunu.
 
Tí er ongin ivi um, at okkara ungdómur og okkara eldru borgarar skulu hava enn fleiri møguleikar við leiguíbúðum næstu árini.

Hesum vil eg virka fyri næstu 4 árini.

Birgir Nielsen
Valevni á lista A til býráðsvalið 10. november 2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo