Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um avgerðir um vinnuligar royndir og verkætlanir

Spurningar:
1. Í hvørjum førum hevur landsstýrismaðurin persónliga vikið frá tilmælunum hjá umsitingini um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir játtanir til ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur?

2. Hvørjar ítøkiligar umsóknir, snýr tað seg um, og hvussu stórar kvotur og virðir hevur landsstýrismaðurin broytt í mun til tilmælini frá umsitingini?

3. Hvørjar umsóknir hava mist og hvørjar hava fingið við avgerðum landsstýrismansins?

4. Hvørjar eru tær sakligu, lógligu og skjalfestu grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum, og hvussu eru broyttu avgerðirnar skjalfestar og grundgivnar sambært fyrisitingarlógini?

Svar:
Áðrenn komið verður til sjálv svarini, skal vera víst á, at tilgongdin at taka avgerð um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir hevur verið, at umsitingin hevur viðgjørt umsóknirnar og gjørt eina frágreiðing við einum tilmæli til landsstýrismannin. Í frágreiðingini er ein stutt lýsing og meting av øllum umsóknunum.

Frágreiðingin til landsstýrismannin er eitt innanhýsis arbeiðsskjal, sum er gjørt av myndugleikanum til egna nýtslu, sbrt. § 7, nr. 1 í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.

Landsstýrismaðurin hevur tó í hesum svari upplýst ein part av frágreiðingini, tó uttan at upplýsa nøvnini á umsøkjarum.

Viðmerkjast skal, at landsstýrismaðurin hevur tikið eina avgerð sum fyrisitingarligur myndugleiki og ikki persónliga.

Umsitingin hevur fyrireikað málið og lýst tað í síni breidd í innanhýsis arbeiðsskjølum gjørd til egna nýtslu hjá myndugleikanum. Partar av tilfarinum eru lýstir í einum tilmæli.

Í støðutakan til avgerð um kvotu til skipakeyp hevur lítil eginpeningur ført til lækkandi raðfesting í mun til verkætlanir við munandi hægri eginpeningi. Í hesum er eitt ávíst frávik millum avgerð og tilmæli.

Í støðutakan til avgerð um vinnuligar royndir er størri dentur lagdur á verkætlanir, sum heilt ella lutvíst eru bygdar á uppsjóvarfisk, heldur enn at lata uppsjóvarkvotur til tann partin av vinnuni, ið hevur rímiliga støðugt virksemi grundað á botnfisk. Harnæst er verkætlan, ið millum annað er bygd á royktar nisjuvørur raðfest hægri enn verkætlan, sum byggir á heilfrysting av fiski til onnur endamál enn framleiðslu av matvørum. Í hesum er frávik ímillum avgerð og tilmæli.

Til nr. 2.
Viðvíkjandi skipakeypi er talan um eina umsókn, har landsstýrismaðurin tók avgerð um at játta aðrari umsókn ístaðin. Innan vinnuligar royndir og verkætlanir á landi er talan um tvær umsóknir, har landsstýrismaðurin tók avgerð um at játta tveimum øðrum umsóknum enn teimum, sum vóru tilmæltar.

Í eini triðju umsókn, ið eisini var tilmælt, er vikið eitt lítið vet frá tilmæltu nøgdini.

Fyri skipakeyp eru fiskasløg og nøgdir, sum tað er vikið frá í mun til tilmælið, ávikavist 9.480 tons av svartkjafti, 3.057 tons av makreli og 4.262 tons av norðhavssild.

Fyri vinnuligar royndir og verkætlanir á landi er vikið frá ávikavist 1.200 tons av makreli og 1.000 tons av norðhavssild, 300 tons av makreli og 300 tons av norðhavssild, og í triðja førinum er talan um 200 tons av makreli, sum vikið er frá tilmælinum.

Sambært hagtalsgrunninum hjá Hagstovu Føroya var meðal avreiðingarvirðið fyri hvørt kilo fyri nevndu fiskasløg í 2020: svartkjaftur 2,06 kr., makrelur 8,16 kr. og norðhavssild 4,33 kr. Viðmerkjast skal, at virkaður fiskur umborð er íroknaður hesi tøl.

Til nr. 3.
Viðvíkjandi skipakeypi er talan um eina verkætlan, ið hevði veika fígging mett í eginpeningi samanborið við aðrar eisini kvalifiseraðar verkætlanir. Kvotan er lutað út til eina verkætlan, ið er munandi sterkari fíggjarliga, mett í eginpeningi.

Innan vinnuligar royndir á landi er kvota flutt frá einum parti av vinnuni, ið hevur rímiliga støðugt virksemi grundað á botnfisk til verkætlan á einum virki – sum grundar sítt virksemi á uppsjóvarfisk. Harnæst er kvota flutt frá virksemi, ið er grundað á heilfrysting av fiski til onnur endamál enn matna, til eina verkætlan, ið er bygd á framleiðslu av millum annað royktum nisjuvørum.

Avgerðirnar eru grundgivnar út frá fyrisitingarrættinum og bygdar á upplýsingar í umsóknartilfarinum, herundir umsóknarblaðnum og leiðbeiningini til umsóknarblaðið, kunngerð um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir og út frá sjófeingislógini.

Í støðutakan til tilmælið viðvíkjandi kvotu til skipakeyp hava lítil eginpeningur og lutvíst avmarkandi royndir ført til lægri raðfesting sammett við verkætlanir við munandi meira eginpeningi og við drúgvari royndum. Í niðurstøðuni hjá landsstýrismanninum eru verkætlanir, ið vísa á lutfalsligan nógvan eginpening og beinleiðis royndir, sostatt raðfestar.

Í støðutakan til avgerð um vinnuligar royndir er størri dentur lagdur á verkætlanir, sum heilt ella lutvíst eru bygdar á uppsjóvarfisk, heldur enn at lata uppsjóvarkvotur til tann partin av vinnuni, ið hevur rímiliga støðugt virksemi grundað á botnfisk. Harnæst er verkætlan, ið millum annað er bygd á royktar nisjuvørur raðfest hægri enn verkætlan, sum byggir á heilfrysting av fiski til onnur endamál enn framleiðslu av matvørum. Í hesum er frávik ímillum niðurstøðuna hjá landsstýrismanninum og tilmælið.

Avgerðirnar eru skjalfestar í skrivligari niðurstøðu hjá landsstýrismanninum og við ítøkiligum grundgevingum í avgerðarskrivum til einstøku umsøkjararnar.

Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo