Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Bara tey, sum hava búð uttanlands beint upp undir, at tey byrja í skúlanum, hava 20 tímar undirvísing í føroyskum í boði.

Hetta vísir samrøða, sum Helena Kannuberg hevur gjørt við lærara.

Onnur, sum vaksa upp í Føroyum sum tví- ella fleirmælt, hava ikki rætt til hesar tímarnar.

Og tað er ikki rímiligt, heldur Helena Kannuberg.

Í MA-ritgerð síni á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur hon gjørt eina kvalitativa kanning av føroyska málinum hjá børnum við føroyskum pápa og filipinskari ella tailendskari mammu.

Á heysti 2018 hevði hon samrøðu við 4 børn, ið eru 9-10 ára gomul og ganga í 4. flokki.

Í kanningini staðfestir hon, at børn, sum vaksa upp sum tvímælt, hava avbjóðingar at læra føroyskt væl og virðiliga.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo