Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna hevur nú bjóðað byggingina av nýggjum Musikkskúla út.

Nýggi Musikkskúlin verður staðsettur við Landavegin, har hann saman við Skúlanum á Fløtum og Glasi verður partur av størsta skúladepli í landinum.

Musikkskúlin er umleið 2.600 fermetrar stórur. Talan er um tveir bygningar, har tann størri hevur øll undirvísingarhøli og skrivstovuhøli umframt framførsluhøli og felagsumstøður annars.

Tann minni bygningurin er orkesturhøli burturav, sum umframt at verða undirvísingarhøli til stór kór og stór orkestur, eisini er konserthøll til uml. 350 áhoyrarar.

Tað er Kontrast, sum umframt at hava teknað eisini er høvuðsráðgevi.

Mett verður, at byggitíðin fer at verða umleið 21 mánaðir. Tilboðini verða latin upp 25. november 2016 kl. 14.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo