Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Árliga Musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestur verður hildin í Sørvági dýrabiðidag 12. mai, sum er fríggjadagin í hesi vikuni.

Fyrsta stevnan varð hildin í 1966. Í ár er Sørvágs Tónleikarfelag fyri sjeyndu ferð vertur fyri stevnuni, og skipaði felagið fyrstu ferð fyri stevnuni í 1969.

Í ár verða 9 orkestur á Musikkstevnuni. Hesu ferð luttekur á fyrsta sinni eisini eitt hornorkestur úr Íslandi.

Tað er Brassband Reykjavíkur stovnað í 2013. Konsert verður í fimleikarhøll skúlans, og byrjar hon fríggjadagin klokkan 14:00.

Hini átta orkestrini, sum luttaka eru: Sørvágs Tónleikarfelag, Harmoniorkestrið GHM, Fuglafjarðar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag, Havnar Hornorkestur og Tvøroyrar Hornorkestur.

Inngongd til fimleikarhøllina er fram við svimjihøllini niðanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo