Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-167/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um at gera sólpanelskipanir og eldrivin prutl mvg-frí.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta lóggávuna, so eldrivin prutl eisini verða fevnd av mvg-frítøku eins og onnur motorakfør?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at syrgja fyri, at aðrar grønar orkuskipanir so sum sólorka eisini verða frítiknar fyri mvg?

Svar til spurning nr. 1
Orku-og umhvørvispolitikkurin miðar ímóti, at allur flutningur skal burtur frá fossilum brennievnum. Vanlig prutl dálka og larma í nærumhvørvinum og økja um útlátið av veðurlagsgassum.

Elbilar fáa mvg-frítøku, tí teir kunnu brúka grøna elframleiðslu í Føroyum og tí teir koma ístaðin fyri bilar við fossilum brennievni. Elprutl, elsúkklur og elmotorsúkklur gera tað sama. 

Tí fer landsstýrið at umrøða og viðgera hetta nærri.

Svar til spurning nr. 2
Orkupolitikkurin leggur upp til í minsta lagi 40 MW av sólorku í framtíðar orkuskipanini. Hetta er fyrst og fremst tí, at lítið av regni og vindi er um summarið. Tí er tørvur á aðrari grønari orku um summarið.

Umhvørvisstovan upplýsir, at ein góður háttur at fáa gongd á sólorku er, at privatfólk, stovnar og virki seta sólorkuskipanir á sínar húsatekjur.

Fleiri sólorkuskipanir eru í Føroyum, og tær vísa seg at rigga væl.

Húsarhald, stovnar og virki, sum hava ella fáa sær hitapumpur og elbilar kunnu fáa enn størri gagn av eini sólorkuskipan.

Fáa sólorkuskipanir mvg-frítøku, kemur møguliga ferð á hetta økið. Landsstýrið fer tí at umrøða og viðgera hetta nærri.

Tinganes, 22. apríl 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo