Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Serliga gøtan út í hólmin er illa slitin og má gerast í stand áðrenn næsta summar.

Serliga gøtan út í hólmin er illa slitin og má gerast í stand áðrenn næsta summar.

Tað vóru kanska heldur færri ferðafólk í Mykinesi í summar í mun til í fjør summar. Tað ber til at siga, nú siglingin hjá Jósupi endaði 31. august. Ongin sigling er til Mykinesar um veturin.

- Tað viðraði sera illa í mai mánaða, so tað fór alt í vaskið. Hinvegin vórðu nógvir eykatúrar sigldir í juli og august, sigur Esbern í Eyðanstovu, bóndi í Mykinesi. Hann heldur, at kanska hava heldur færri ferðafólk verið í oynni í ár í mun til í fjør, summarhálvuna.

Men tó sæst sera stórt slit á gøtuni út í hólmin.

- Tað var so sera vátt her vestanfyri í summar. Og tað sæst á lendinum, sigur Esbern í Eyðanstovu við VP. Hann ivast í, um lendið fer at koma fyri seg áðrenn næsta sesong byrjar.

Í ár var ein effektiv innkrevjingarskipan sett í verk, so ferðafólk, sum fóru út um bøgarðarnar, øll skuldu gjalda fyri atgongd. Pengarnir fara í ein grunn, sum umboð fyri hagarnar í Mykinesi umsita. Einar 600 túsund krónur komu inn, og ætlanin er, at pengarnir skulu fara til at gera ábøtur á lendi, skelta og gera aðrar ábøtur.

Esbern í Eyðanstovu heldur, at Sørvágs kommuna, har Mykines hoyrir uppí, er eitt sindur ov trek at gera ymsar ábøtur í oynni, sum vanliga hoyra undir kommununa. Til dømis trongir til at verða asfalterað í bygdini.

- So tað kann væl vera, at vit koma at brúka ein part av pengunum til tað eisini, sigur hann við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo