Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um siglingina út í Mykines.
 
Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi ferðasambandinum til Mykinesar? 

2. Hví er so stórur munur á ferðaseðlaprísinum til Mykinesar í mun til ferðaseðlaprísirnar til hinar oyggjarnar?

3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera broytingar í ferðaseðlaprísunum í framtíðini fyri ávikavist fastbúgvandi, pensjónistar, fólk við tilknýti, føroyingar og útlendingar (ferðafólk)?

4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera ásetingar, sum tryggja, at føroyingar hava framíhjárætt til nøkur pláss við Oyggjaleiðum fram um útlendsk ferðafólk?

5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera skipaðar farmatúrar til Mykinesar um summarið?

6. Eru ætlanir um at betra tænastuna viðvíkjandi flutningi av burturkasti?

7. Nær verður lendingin liðugt umvæld, og er peningur settur av til at gera arbeiðið liðugt?
 
Svar til spurning 1, 2, 3 og 4
Eitt av fremstu málunum hjá samgonguni, er at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur stóran týdning fyri trivnað og menning.  
 
Nú verður siglt 4 mánaðir um árið til Mykinesar. Landsstýrismaðurin arbeiðir við eini loysn, soleiðis at tíðarskeiðið har siglt verður, verður longt við 2 mánaðum. Tað vil siga, at siglt verður eisini í apríl og septembur mánaða.
 
Nýggi eykabáturin sum SSL letur byggja fer í sigling í juni mánaða 2020. Ferðaætlanin kann tá leggjast soleiðis til rættis, at Jósup kann sigla í 5 mánaðir í ár, og 6 mánaðir frá 2021 at rokna.  
 
Ferðavinnan er fleirfaldað í Mykinesi, og má skipast betri. Nógv tey flestu, sum ferðast á Mykinesleiðini, eru útlendsk ferðafólk. Ferðasmiðir keypa teir bíligu túrarnar hjá SSL (ferðaseðlar) tá siglt verður til Mykinesar, soleiðis at tað mangan ikki er pláss fyri fastbúgvandi í Føroyum á farleiðini. Tá siglt verður privatar túrar er ferðaseðlaprísurin hægri, og SSL hevur valt at hækka kostnaðin úr 60 til 100 kr.

Í ár (2020) fáa fastbúgvandi í Føroyum endurrindað prísmunin, tað vil siga at tað framvegis fer at kosta 60 kr. at ferðast. 
 
Viðmerkjast skal, at fastbúgvandi í Mykinesi gjalda 20 kr. fyri hvønn túrin. 
 
Strandfaraskip landsins fara at lýsa alment við hvussu skipanin við endurrindan av ferðaseðlum verður fyrisitin, áðrenn Mykinessiglingin startar í ár (2020). Í fyrsta umfari verður endurgoldið eftir kvittan.
 
Landsstýrismaðurin hevur heitt á Strandferðsluna um at gera eitt uppskot um at endurskoða prísbygnaðin hjá Strandfaraskipum Landsins, har ferðaseðlaprísirnir hjá útlendskum ferðafólki í størri mun eru á handilsligum grundarlagi, og har fastbúgvandi í Føroyum kunnu fáa avsláttur.
 
Strandferðslan er í ferð við at menna eina bíleggingarskipan, har tað ber til at skyna ímillum ymiskar bólkar av viðskiftafólki. 
 
Tyrluflúgvingin hjá Atlantsflog er skipað soleiðis, at fastbúgvandi á smáu útoyggjunum kunnu bíleggja 30 dagar áðrenn fráferð, og ferðast tey fyri helvtarprís, meðan onnur í fyrsta lagi kunnu bíleggja ferðir 7 dagar áðrenn fráferð. Í stóru Dímun tó 3 dagar áðrenn fráferð.
 
Viðvíkjandi Oyggjaleiðum, so hava fastbúgvandi á Kalsoynni framíhjárætt at sigla til Kalsoynna. Nakrir básar eru settir av á bryggjuni í Klaksvík til endamálið, sum tey kunnu brúka. Seinri í ár verður bíleggingarskipanin hjá SSL sett í verk fyri Kalsoynna, soleiðis at fastbúgvandi kunnu bíleggja pláss á netinum við ávísum framíhjárætti. Sama skipan kann innførast í Mykinesi, og á øllum øðrum útoyggjum. 
 
Svar til spurning 5
Strandferðslan upplýsir at farmatúrar verða sigldur eftir tørvi, og at tey fastbúgvandi fáa farmatúrar um tey bíleggja hann. Smærri farmur verður fluttur við Jósupi ella tyrluni til Mykinesar. 
 
Svar til spurning 6

Jósup hevur ruskflutning frá Mykinesi umleið 4 mánaðir um árið, sum er tíðarskeiðið báturin siglir.  Renovatión er kommunalt mál, sum kommunan/IRF skal taka sær av. Vónandi ber til at betra tænastuna viðvíkjandi flutningi av burturkasti.
 
Svar til spurning 7
Tað hevur sera stóran týdning at havnaviðurskiftini í Mykinesi eru í lagi. Ferðafólkatalið er alsamt vaksandi, og tað skal vera trygt at ferðast.
 
Stuðlamúrur er gjørdur, sum tryggjar bakkan og gøtuna oman á lendingina. Vegurin hevði sett seg rættiliga nógv í støðum. Tað sum er eftir at gera, er atløgusíðan á bryggjuni.
 
Landsstýrismaðurin vil arbeiða fyri at fáa eina loysn á málinum.
 
Tinganes, 28. januar 2020
Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo