Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Uttanfyri kvinnukroppin liggur sáðið til eitt nýtt lív í kroppinum.

Lívið er ein samanrenning ímillum íbornan møguleika og tilførdan eginleika. 

Lívið hevur eitt tvídeilt upphav, og báðir partar treyta hvør annan.

Uttan sameining  millum tað kropsliga og tað, ið vitjar kroppin, hevur lívið torførar umstøður. Mannalívið er ein samanrenning ímillum egg kvinnunnar og sáð mansins.

At so er prógvar náttúran dagliga. Frækornið, ið ikki verður lagt í jørðina, ber ongan ávøkstur.

Verður veltan ikki hagreidd, tá ið tað tekur at vára, sæst eingin vøkstur um heystið. Verða eplini liggjandi í einum kassa og ikki løgd í jørðina, ja, so visnar lívsins møguleiki og svinnur loksins burtur. 

Lívið er ongantíð tilvild, hóast umstøður lívsins kunnu vera tilvildarligar. Undir givnum fortreytum vaknar lívið. Ikki altíð eru umstøðurnar til lív til staðar.

Tó, mangar eru tær kvinnur, ið gjørdust møður í móður stað og lívgaðu tilveruni hjá øðrum.  

Menniskjan kann ikki skapa lív, einans geva lívinum bestu umstøður.

Lívið er ikki framleitt úr lívleysum tilfari. Lívið vellir fram, tá ið tilfarið er lívrunnið og ber í sær íbornar møguleikar. 

At lívið er størri enn tann einstaka menniskjan, er ein aldargomul hugsan, ið kristna trúgvin hevur umrøtt í øldir.

Lívið er heilagt, og tað er málsøkið hjá lívsins Guði. 

Menniskjan kann eyðvitað velja eina aðra loysn, ið er ein avbjóðing hjá lívinum.

Um vit skerja ella avmarka umstøðurnar at liva, hevur sjálvt lívið torført við at yvirliva.

At darva lívinum er valla lívsjáttandi. Aðrar tíðir gjørdu vit alt tað besta, vit megnaðu, og tó mistu vit lívið úr hondunum.

Menniskju í bestu árum fórust, og børn, ið ikki vóru fullborin, yvirlivdu ikki. Lívsins forløg eru størri enn menniskjan, og tað er bæði gott og svárt.

Gott er tað, tí tað í so máta er ábyrgdin hjá Guði, ið byrjaði lívið.

Svárt er tað, tí tað er menniskjan, ið misti og ber tregan av missinum. 

Menniskjan er frá fyrstu løtu myndað í Guðs mynd, og júst hetta varpar eitt virðismikið ljós á mannalívið.

Hin einstaka menniskjan hevur eitt óendaligt virði, tí aftan fyri lívið og áðrenn lívið er Guð virkin í síni skapan.

Henda niðurstøðan er átrúnaðarlig. Hon kann valla prógvast ella mótprógvast av náttúruvísindi.

Talan er um eina sannføring, eina trúgv og eina fatan, har Guð er upphavið til hvørja livandi skepnu. 

Tað er júst henda sannføringin, ið fær komandi foreldur at biðja fyri børnum sínum, longu meðan tey eru í móðurlívi. At vera lagdur í Harrans hendur alt frá fyrstu løtu er eitt ósigandi stórt ríkidømi.

Tað er ein fløvandi veruleiki, at vit eru løgd í Harrans hendur alt frá fyrstu løtu í móðurlívi.Eisini tey, ið fingu eina øðrvísi og ivasama byrjan.

Vit eru øll myndað í Guðs mynd. Øll eiga – eins og dáin – rættin til lívið.

Hóast tær verkligu umstøðurnar eru skiftandi, og tann fíggjarligi førleikin hjá foreldrunum er ymiskur, eru vit øll javnsett í Guðs eygum, virðismikil og elskað við ævigum kærleika. Kendur av Guði longu í móðurlívi. Tað er ein virðisskapandi útsøgn í kristnum umhvørvi.

Útsøgnin skapar ein tryggan samleika og er gagnlig fyri ta persónligu menningina.

Uttan mun til umstøðurnar við føðing ella seinni í uppvøkstrinum, er lívið heilagt, tí tað er givið av Guði. 

Tað merkir ikki, at vit sum foreldur ella samfelag eru frítikin fyri ábyrgd.

Tað er beint tvørturímóti!

Sum foreldur hava vit fulla ábyrgd av børnunum, og sum samfelag hava vit ábyrgd hvør av øðrum. 

Vit eiga at dugna lívinum og veita foreldrunum bestu sømdir.

Gott at minnast hvør annan í bøn og forbøn, at lívið má mennast og vignast.

Enn betri at vera hjástaddur og geva lívinum eina útrætta hond í nærumhvørvinum. Vit skulu vera hvør øðrum eitt bønarsvar.

Tá ið talan er um lív í móðurlívi er orðadrátturin mangan harðligur. Ikki minst um vit nevna fosturtøku.

Evnið er viðkvæmt, og skjótar niðurstøður eru ikki altíð nøktandi og djúptøknar.

Hvør eigur lívið?

Hvør eigur avgerðarrættin til lívið?

Sannføringin staðfestir, at lívið er heilagt, og tess vegna er tað Guðs. Hóast undirritaði er fyri lívinum, hóvar mær als ikki ógvuslig orð og kaldar útsagnir. Etisk evni eru sjáldan einføld.

Tað er altíð – eins og við streymi og ráki í sjónum – onkur afturundirgerð, ið vit mega varnast. 

Tey ógvusligu orðini darva mannalívinum. Vit mega virða kvinnurnar, tær, ið føddu, og tær, ið ikki føddu.

Tað tykist sum ein mótsøgn, at vit verja lív í móðurlívi, samstundis sum vit týna lív við niðrandi ella særandi orðum.

Staðfest verður, at maðurin eigur at taka sína ábyrgd á herðarnar. Vís í orði og verki.

Tað er málið.

Tí bønin til Harran Jesus gagnar øllum, bæði føddum og óføddum. Amen. 

Orðið: “Áður enn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, áður enn tú komst av móðurfangi, halgaði eg teg;...” (Jeremia 1,5).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo