Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Vága kommuna hevur í nógv ár arbeitt við at fáa Bústaðir at byggja í kommununi. Nú eru hesar tingingar komnar so væl áleiðis, at býráðið hevur avgjørt at grava av og planera eitt øki til 5 íbúðir við Steigarbrekku í Sandavági.

Hetta arbeiðið byrjaði í morgun, tá borgarstjórin Eyðdis H. Niclasen gróv fyrstu skuffuna.

Býráðið arbeiðir nú við at fáa Bústaðir at byggja aðrar 10 íbúðir í Miðvági. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Vit vóna at byrja hetta arbeiðið komandi ár.

Sí fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo