Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sí myndir her

Heilt fitt av fólki var komið saman í Perluni í Tórsgøtu í kvøld til ársins fyrstu Diskosuppu.

Har skóru tey í felag frukt og grønt, ið varð nýtt til at gera suppu og djús.

Hetta er á triðja sinni, at Diskosuppan er. Slow Food Føroyar skipar fyri Diskosuppuni, og stuðlar Tórshavnar kommuna verkætlanini, tí kommunan vil minka um matoyðsl. Hetta miðið er ein grundarsteinur í Grønu leiðini - umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Sunniva Mortensen, ein av stigtakarunum til tiltakið, sigur í samrøðu við VP í kvøld, at tað er ein alsamt vaksandi áhugi fyri tiltakinum, og at tað eru ymiskar fyritøkur, ið hava latið matin til tiltakið hesaferð.

- Í flestu førum eru tað vit, sum seta okkum í samband við fyritøkurnar fyri at fáa matin, men hesaferð var tað eisini ein fyritøka, sum vendi sær til okkum fyri at sleppa at vera við.

- Tað vil siga, at tað eru fleiri nú enn áður, sum kenna til hetta tiltakið, og fær tiltakið eisini nógv meira rúm í miðlunum.

Sunniva Mortensen sigur víðari við VP, at endamálið við tiltakinum er at minka um matoyðsl og at upplýsa og fáa fólk at skilja, hvar maturin kemur frá.

- Vit eru eini 10-15 sjálvboðin fólk, ið standa fyri hesum tiltakinum hesaferð, eftir at vit ikki vóru líka nógv fyrstu og aðru ferð, at tiltakið var, sigur Sunniva.

Fólk av fleiri tjóðum vóru við til Diskosuppuna hesaferð - fólk úr m.ø. Hollandi, Meksiko, Íslandi, USA og, ikki minst, Føroyum.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo