Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- So eru Jólini so smátt skotin í gongd her í Barentshavinum umborð á Akraberg, skrivaði kokkurin Jógvan Helgi Hansen fyri nøkrum tímum síðani, tá ið hann legði hesar myndirnar út á sín Facebook profil.

Kokkurin skrivar, at teir byrjaðu við Pull Pork burgara til morgun ábit, á middegi valdu teir smyrjibreyð og eina ræsta súpan.

- Og ikki at gloyma, so kom Jólamaðurin í galluna at blástempla rísgreytin, skrivar Jógvan Helgi Hansen, sum eisini er myndamaður hjá VP.

- Aftaná at vit høvdu fingið dunnu við øllum tilhoyri, kom jólamaðurin aftur og hesaferð við gávum. Jólamaðurin royndi eisini at fiska eina løtu, men tá kom slett einki í, skrivar kokkurin á Akrabergi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo