Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Farið var út klokkan 6 um morgunin við sluppini Johonnu. Báðir bátarnir hjá oynni, Steinsrók og Rávini, vóru eisini við.

Líkindini vóru sera góð, og raksturin gekk væl.

Eini 40 fólk vóru við, harav 31 vóru við í rakstrinum.

Uppá gyllin tóku tey 6 seyðir sum er hildið at vera gott. Miðalvektin var 29,9 kg og er hetta eitt gott ár. Uml 210 áseyðir eru í Lítlu Dímun nú.

Dagurin bleiv langur, millum annað tí roynt var at taka varg, og tey fingu 30 vargar í rætt.

Sermerkt var, at nógv ung fólk vóru við til henda raksturin, og tað gleðast tey sum varða av oynni um.

Menn og kvinnur komu heim aftur kl. 20.30, væl nøgd eftir ein góðan og langan dag, frættist úr Hvalba.

Vanligt er eisini at selja nøkur lomb á keiðini, prísurin var sera góður í ár, har eitt veðurlamb fór fyri 7.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo