Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroysku spælararnir til venjing á Zimbru stadion í Chisinau í Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroysku spælararnir til venjing á Zimbru stadion í Chisinau í Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroysku spælararnir til venjing á Zimbru stadion í Chisinau í Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrireikingarnar til fyrsta dystin í HM-undankappingini hjá monnum hava higartil gingið væl, og hóast tað er rættuliga kalt – um frostmarkið – í modoviska høvuðsstaðnum, Chisinau, so er lagið gott í føroyska hópinum.

Ferðalagið kom við Atlantic Airways til Moldova seinnapartin mikudagin, og eftir ein lítlan steðg á Leogrand gistingarhúsinum, gekk leiðin á Zimbru stadion, har vant varð í ein góðan tíma.

Á tíðindafundinum áðrenn venjingina varð landsliðsvenjarin, Håkan Ericson spurdur, um veðrið í Chisinau møguliga fór at ávirka føroysku spælararnar til dystin. Men til tað svaraði venjarin – við einum lítlum smíli – at tað væntaði hann ikki, tí í Føroyum kom meir enn so fyri, at tað var kalt, og at tað eisini onkuntíð var nakað av vindi.

HM-undankappingardysturin millum Moldova og Føroyar verður hóskvøldið, og byrjar klokkan 21:45 lokala tíð. Tað er klokkan 19:45 í Føroyum.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo