At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Stórfingin móttøka var í Varðagøtu 9 í dag í sambandi við 100 ára dagin hjá KFUK. Nògv varð gjørt burturúr og nógv fólk vitjaðu inn á gólvið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu, har hann kom inn á, hvussu ómetaliga stóran sosialan týdning KFUK hevur havt. Hann mintist aftur á barnaárini og stóru upprunaliga bretsku háborgina omanfyri Rabarbukvarterið, sum gjørdist høvuðssæti hjá KFUK og ein ógvuliga sjónskur varði her mitt í býnum.

Hann nevndi, at so sjónsk hava húsini verið – enntá av sjónum - at tað er alment kent, at útróðrarmenn í fjørðinum hava brúkt tey um ýti. Hann nevndi, at alt økið her vekir minnir, stóra grasfløtan og bøurin kring húsini, leikandi børn, páskaregg – og her er framvegis líka frítt og vakurt sum tá.

Víðari nevndi borgarstjórin, at fyri mong hevur húsið bæði sosialt og trúarliga verið eitt mittpunkt. Og um tey kanska ikki eru líka sjónsk í stóru myndini nú, so eru húsini kortini ein býarmynd, ein varði, sum fyri mong standa sum ein ímynd av ídni og trúfesti. Hann kom eisini inn á stóra skótaarbeiðið.

KFUK hevur øll árini staðið fyri missiónsarbeiði við tí fyri eyga samstundis at reka sosialt arbeiði. Skótaarbeiði, kristiligir fundir, eldrasamkomur, fyrilestrar, Ytri Missión og so framvegis. KFUK hevur samanlagt havt ein veldugan týdning fyri býin, bæði trúarliga og sosialt.

- KFUK er framvegis ein býarmynd og húsini tæna framvegis sama endamáli og standa sum ein klettur í hugaheimi okkara, sum vaksin eru upp í býnum.

- Søgan um hetta húsið byrjar við stríðnum við bretar um fiskirættindi undir Føroyum. Bretar veiddu inn undir klett og danir sendu verjuskip eftir teimum. Í 1901 varð bretskur konsul settur og tá varð stásiliga konsulátið í Varðagøtu bygt.

- William Heinesen sigur einastaðni, at hetta var eitt “slott” afturímóti neyðarsligu kroysunum í Havn, og sostatt ein maktdemonstratión av bretum. Húsini gjørdust eisini alt ov stór til konsulatvirksemið og stóðu tóm eina tíð, eftir at konsulin var farin av landinum.

- Í 1922 keypir Henrietta Hansen so húsini og stóra jarðarstykkið fyri 35.000 krónur – ein øgilig upphædd tá á døgum. Helst stendur hetta húsið enn í dag sum eitt slag av slotti í minninum hjá teimum mongu, sum hava búð her, hava arbeitt her, ella hava havt sína dagligu gongd her.

- Eg fari at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Harrans signing í tí komandi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann handaði eina stóra gávu frá Tórshavnar kommunu – ein kekk uppá 100.000 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo