Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali hesaferð. Jona Højsted, sum hevur verið í nevndini í nøkur ár, eitt nú kassameistari, stillaði uppaftur, men tað gjørdi Carl Eli Nolsøe Samuelsen ikki.

Umframt stillaðu Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum, Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, og Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, upp.

Tá ið avtornaði vóru Jona Højsted, ið er lærari á Skúlatrøð, og Bergur Samuelsen, vald við ávikavist 111 og 99 atkvøðum; Jónleif Johannesen og Jákup av Skarði fingu ávikavis 68 og 32 atkvøður.

Nýggja nevndin hevur ikki skipað seg.

Sí myndir sum Ólavur Frederiksen, myndamaður, tók á fundinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo