Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Tað er Eysturlon við Jógvan Hans Østerø sum stendur fyri arbeiðinum at umvæla Nólsoyarstovu, og sambært ætlanini nú verða einar 6 íbúðir í bygninginum.

Jógvan Hans Østerø sigur tá ið VP spyr, at upprunaliga ætlanin var at skræða alt innanúr bygninginum, men tá ið teir fóru undir arbeiðið og komu inn á tann gamla stórviðin og breiðu brettini frá 1700-talinum, so var tann ætlanin slept skjótt.

- Nú verður gamli stórviðurin varðveittur og tey gomlu brettini eisini, sum anga av søgu, sigur hann.

Jógvan Hans Østerø sigur tað sama um gomlu trappurnar upp gjøgnum allan bygningin, sum eisini verða varðveittar, so at nú verða einar 6 íbúðir í bygninginum.

- Hesar trappurnar taka so nógv pláss, at tær fara við tveimum íbúðum, so vit høvdu fingið fleiri íbúðir, men vit fara at varðveita trappurnar, sigur Jógvan Hans Østerø.

Spurdur nær umvælingin verður liðug og bygningurin klárur at leiga út, sigur hann, at tað verður neyvan í hesum árinum.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo