Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað var ein heldur øðrvísi skúladagur í Vestmanna Skúla í dag.

Ístaðin fyri at hava bøkur og pennalarhús í taskuni høvdu børnini fingið boð um at lata seg í heit klæði og hava sleðuna við.

So varð farið út í kavan at skreiða.

- Tað er gott fyri børnini at sleppa út í kavan at røra seg, sigur skúlastjórin Nomi Jacobsen.

Alla vikuna hevur veðrið verið avbera gott við turrum kava og sól. Tá kann tað vera eitt sindur møtumikið hjá næmingunum at sita inni til undirvísing.

Allir flokkarnir uttan 9. og 10. vóru við í Rógvubøi í dag, tilsamans einir 150 næmingar.

Heitt kakao og bollar til børn og lærarar vóru eisini ein partur av upplivingini.

Sí myndasavnið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo