Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað gekk fyri tað mesta friðarliga fyri seg tá stóra konserttiltakið Voxbotn var um vikuskifti.

- Burtursæð frá onkrum smávegis harðskapsmáli og annars nógvum fólkum sum høvdu drukkið í meira lagi av rúsdrekka, so tey duttu ella beklaðu og máttu fáa hjálp, so gekk alt væl, ikki minst takka verið samarittunum, sum gera eitt stórt arbeiði, frættist frá løgreglustøðini.

Tó verða í øllum førum tvey mál um harðskap viðgjørd, eitt frá fríggjakvøldinum og eitt frá leygarkvøldinum.

- Tað vísir seg, at ikki øll kenna mørkini í eini ósemju og skifta mussaskøið út við nevarnar, og tað koma tey at angra um tey fáa ein dóm fyri harðskap.

Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo