Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fólkakirkjan: Sunnumorgunin 26. mai varð skipað fyri útigudstænastu á Skarði við Marjuni Lómaklett, presti. Hetta var í sambandi við, at tað í ár eru júst 100 ár síðani, at tey síðstu fólkini fluttu av Skarði, 6 ár aftan á miklu vanlukkuna í 1913, tá skarðsbáturin gekk burtur tollaksmessudag við sjey monnum. Eftir hesa óskiljandi, syrgiligu hending var eingin manning til at røkja alt tað arbeiði, sum tørvur var á at gera í bygdini. 

Nevnt eigur eisini at verða, at tvær bátsvanlukkur høvdu verið ikki so langt frammanundan í 1835 og 1872. Í hesum vanlukkunum fórust ávikavist 6 - og 3 menn. Sostatt hevur henda lítla bygdin mist 16 menn av vanlukku innan fyri 78 ár.

Tað var hin 26. januar 1919, at seinastu fólkini fluttu av Skarði til grannabygdirnar Haraldssund og Kunoy. Í januar mánaði  nú í ár varð ov kalt at fara norður til Skarðs at hava útigudstænastu, so bíðað varð, til lotið kanska fór at gerast lýggjari.

Sí myndir her

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo