Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ólavur Frederiksen hevur verið úti við myndatólinum.

Síggj myndir frá tiltakinum her

Tórshavnar Kommuna skrivar soleiðis á heimasíðuni um Vetrarljós:

Býarskipanardeildin í Tórshavnar kommunu leggur ymisk ljósverk til rættis, sum kunnu síggjast – og summi eisini roynast – tá ið Vetrarljós tendrar leygarkvøldið kl.17. Visit Tórshavn skipar fyri Vetrarljósi.

Eitt nú er ein reiggja sett upp, sum framleiðir ljós, tá ið fólk seta seg at reiggja. Ljósverkini í Tinghúsgarðinum verða nevnd “Leikandi ljós”, og tað fatar um fleiri smærri ljósverk, ið bjóða øllum at spæla og uppihalda seg í økinum. Eitt fyribils spælipláss í miðbýnum.

Vetrarljós er eitt afturvendandi tiltak, sum Visit Tórshavn skipar fyri. Vetrarljós bjóðar ljósari tíðum vælkomnum. Tiltakið verður á áttanda sinni í ár.

Sjálvt tiltakið Vetrarljós verður frá 6. februar til 14. Februar. Men til ber at uppliva hugtakandi uttandura ljósverkini ymsastaðni í býnum í ein mánað.

Tiltakið er serliga ætlað børnum og ungum, men ljósverkini eru eisini forvitnislig at uppliva hjá vaksnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo