Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Spanski tennisleikarin Rafael Nadal skrivaði enn einaferð søgu, tá hann í dag vann stóru Grand Slam kappingina French Open fyri 11. ferð. 

32 ára gamli spaniólin hevði longu frammanundan dystinum í dag metið sum tann mest vinnandi í French Open, og við dagsins sigri hevur hann harvið betrað um metið hjá sær, skrivar TV2.

Í finaluni í dag vann hann 6-4, 6-3, 6-2 yvir 24 ára gamla eysturríkaranum Dominic Thiem.

Fyrstu ferð, Nadal vann French Open, var í 2005. Hann hevur nú vunnið 17 Grand Slam kappingar í alt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo