Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fríggjadagin var hátíðarløta í Vági, tá nýggja næmingaheimið varð handað Ítróttarháskúlanum.

Suðurrás skrivar, at nú kunnu næmingar, sum byrja á várskeiðnum á Ítróttaháskúlanum eisini flyta inn í framúr góðu umstøðurnar á nýggja næmingaheiminum.

Tað var annars í apríl 2019 at spakin varð settur í og gongd kom á byggjaríið eftir summarfrítíðina í 2019. Sum verða man, so hevur byggjaríið verið nakað darvað av korona-støðuni, men sambært tíðarætlanini var frá byrjan ætlanin, at næmingaheimið skuldi takast í brúk til várskeiðið 2021.

Les meira og síggj fleiri myndir hjá Suðurrás.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo