Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir íkomnu støðu meta vit tað vera rætt, at koma við okkara ískoyti og viðmerkingum til próvtøkuskeiðið í ár.

 

Vit hava gjørt eina spurnarkanning millum næmingarnar, har heili 244 næmingar hava svarað. Vit grunda allar viðmerkingar og øll tilmæli okkara útfrá hesi kanning, við meira.

 

Úrslitini frá hesi kanning eru sera sigandi og vísa greitt, hvønn leist vit skulu fara. Heili 76% av næmingunum siga seg fáa minni burtur úr fjarundirvísing, enn til vanliga undirvísing. Afturat tí, so siga 88% av næmingunum at teir kenna seg ótryggar at fara upp í próvtøku, um fjarlesturin heldur áfram. Og enntá 53% siga seg vera ótrygg við at fara upp í próvtøku, um vanliga undirvísingin byrjar aftur skjótt. Hetta vísir greitt hvussu ótrygg støðan er fyri næmingarnar – við bert fáum vikum av fjarundirvísing.

 

Grundað á hesi tøl, við meira, heita vit á Uttanríkis- og Mentamálaráðið, um at allar munnliga royndirnar skulu vera 24 tímarsroyndir. Tvs. at tær munnligu royndirnar, sum HUG., NÁT., BÚS., og FYR. hava, skulu vera 24 tímarsroyndir.

 

Hetta meta vit vera tað mest rættvísa at gera, tí tá hevur næmingurin betur tíð at fyrireika evnið. Evnið kann jú sjálvsagt vera eitt av teimum evnunum, ið vit hava havt um í fjarundirvísingini. Og tí meta vit tað ikki vera rættvíst, at fáa 20-40 minuttir at fyrireika eitt evnið til eina próvtøku, sum vit hava havt avmarkaða undirvísing í, og sum 76% av næmingunum siga seg fáa minni burtur úr.

Við eini 24 tímarsroynd, fáa næmingar tíð at fyrireika seg, og er tað nóg góð tíð, at fyrireika seg til eitt evnið, ið ein hevur lært um undir avmarkaðu fjarundirvísingini, sum 76% av næmingunum siga seg fáa minni burtur úr. Vit meta sum sagt ikki at 20-40 minuttir eru nóg góð tíð.

 

Undir vanligum umstøðum, verður síðsta undirvísingartíðin av skúlaárinum nýtt til at repitera og fyrireika seg til próvtøkur. Her kunnu næmingarnir fyrireika seg, læra og spyrja seg fram til próvtøkurnar. Tá heili 76% av næmingunum siga seg fáa minni burturúr fjarundirvísing, so sigur tað seg sjálvt, at menningin av hesi fyrireiking verður verri. Tí hevði ein 24 tímarsroynd hjálpt væl.

 

Tað eru tó ikki øll fak, sum eru líka væl gjørd ella egnaði, at vera 24 tímarsroyndir. Tí meta vit, at mann skal víkja frá raðfestingarlistanum, ið avger hvørji fak mann kemur upp í, og velur tey fak, sum mann kann koma upp í til 24 tímarsroynd. Hetta meta vit vera ílagi, tí at vit eru í eini serstøðu. T.d. vita vit at mann hevur valt at øll skulu upp í føroyskum skrivligum, so meta vit at mann til dømis kann velja, at allir næmingar skulu upp í søgu munnligum, sum er fak, ið er væl egnað til 24 tímarsroynd.

 

- Næmingaráðið á Glasi

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo