Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í Sundalagnum er drúgv siðvenja at hava bókasavn. Bókasavnið í skúlanum er eisini fólkabókasavn, og tað verður væl vitjað av næmingum og almenningi. Nú nýggi Skúlin við Streymin er tikin í nýtslu, eru karmarnir hjá bókasavninum vorðnir framúrgóðir. Har er gott pláss til bøkur, framsýningar og annað, ikki minst at seta seg niður, hvíla og slappa av við eini bók í góðari sofu og lenistóli, sum eisini vóru á gamla bókasavninum.

- Næmingarnir eru vanir við at hava bókasavn; teir vita, at á bókasavninum er friðarligt, gott og fjálgt at vera, og teir hava altíð verið góðir við bókasavnið. Summi børn leita sær á bókasavnið, bara tí at har er friður og fjálgt; summi teirra hava eisini tørv at práta við onkran vaksnan. Bókavørðurin er eisini eitt slag av sálarhirði. Hóast gamla bókasavnið var lítið, vóru eins nógvar bøkur har sum í nýggja bókasavninum. Tað var eitt meiri afturlatið rúm, men kortini var tað aldri stongt, sigur Thordis Dahl Hansen, skúlabókavørður.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo