Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fiskaaling: Næmingar frá Tekniska Skúla í Klaksvík vitjaðu í morgun á Fiskaaling. Endamálið var at kunna seg um arbeiðið hjá Fiskaaling, og um hvørjir starvsmøguleikar her kunnu vera áhugaverdir hjá einum ungum lesandi.

Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, tók ímóti flokkinum. Hon greiddi frá ymiskum, sum Fiskaaling arbeiðir við. Hon segði eisini frá, hvussu næmingar kunnu gera lestraruppgávur av ymiskum slagi á Fiskaaling, so sum Bachelor- og Mastersuppgávur, og størri PhD-granskingarverkætlanir.

«Tað kemur meira enn so fyri, at næmingar fáa tilboð um starv hjá Fiskaaling eftir loknan lestur,» segði Jóhanna Lava Køtlum.

Næmingarnir ganga á 3. ári á Tøknibreytini.

Fiskaaling takkar fyri vitjanina og ynskir teimum øllum góðan byr á yrkisleiðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo