Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hava óavmarkaðan tørv á størri inntøku privat, so vit kunnu hava tað enn rúmligari-"við okkara oyðsli"! Tó uttan at gera okkum greitt, um vit hava hetta fyri neyðini, ella hvussu nógv hetta ørkimlar okkara umhvørvi.

Í politiskum høpi taka vit støðu til, hvør vil "geva" mær mest!

Hóast eg sum pensionistur havi rímuliga gott rásarúm, so eru mínir tankar altíð vendir hagar: Hvaðan fái eg so nógv, sum eg ynski mær?

Havi onki greitt svar, men av mínum royndum, so mettast hesin tørvur mín ikki, uttan onkur er, sum í fyrra lagi veitir inntøkuna!

Og hvaðan kemur hon?

Vit hoyrdu í tíðindunum stutt síðan, at fyritøkan í Gøtu "Varðin" ger avtalu við skipasmiðju í Noregi um bygging av nýggjum uppisjóarskipi.

Kostnaðurin er ikki minni enn umleið 340 mió kr.

Hetta er óivað í samsvar hjá fyritøkuni við hugsanina um burðardygd hjá skipinum og krøv frá keyparum av veiðuni.

Skal hetta eydnast, so skulu fíggjarumstøðurnar vera til steðar.

Men í samband við viðgerð í Løgtinginum um nóg stórar inntøkur til landskassan, so høvdu javnaðurin og tjóðvrldi uppskot  um at taka 100 mió krónur meir frá uppissjóarvinnuni, tí henda gekk so væl í løtuni.

Varðin hevur helst gjørt sínar útrokningar í mun til støðuna í løtuni, so skulu fyritreytirnar verða broyttar  politiskt, so rillar ætlanin!

Mangan hevur verið sagt, at vinnan skal hava tryggar karmar, men hon er ikki trygg longur enn politiska valdi vil!

Eyðun Mohr Viderø
28.‎12.‎2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo