Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

P/f Næraberg hevur gjørt avtalu við útlendskan keypara at selja Næraberg av landinum.

Størsti parturin av kvotuni hjá felagnum er svartkjaftur og felagið hevur síðani felagið varð stovnað fyri meira enn 20 árum síðani roynt at virðisøkja svartkjaftin umborð og at framleiða hann til matna.

- Hetta arbeiðið hevur verið spennandi og hevur skapt nógv føroysk arbeiðspláss, men tað hevur tíverri ikki eydnast at fáa lønandi vinnu burturúr.

- Mett verður ikki at tað er fíggjarliga forsvarligt fyri felagið at halda áfram við hesi verkætlan at framleiða til matna umborð, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Felagið hevur tí tikið støðu til fyribils at støðga at framleiða svartjaft umborð og tí verður Næraberg seldur.

Kvoturnar verða framyvir fiskaðar av Norðingi og Borgaranum, sum felagið eisini eigur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo