Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fundur var seinnapartin í gjár millum Jørgen Niclasen, samferðsluráðharra, Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu og Tróndur Sigurðsson, býráðslim, umframt embætisfólk, og sambært Jørgen Niclasen, so nærkast ein loysn viðvíkjandi innkomuvegnum.

- Fundurin var góður og nú eru vit rættiliga nær við at fáa eina semju millum landsstýrið og Tórshavnar kommunu, sigur Jørgen Niclasen, samferðsluráðharri, tá ið VP spyr.

Spurdur, hvør loysn verður funnin, um talan kanska verður um eina Runavíkar-loysn, sigur samferðsluráðharrin, at tað hevur hann onga viðmerking til beint nú.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo