Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tænandi hendur veita hjálp í øllum lívsins viðurskiftum. Longu á føðistovuni møta nýføðingarnir hondum, ið taka væl ímóti nýbornum lívi. Tað hendir meira enn so, at portørarnir í sjúkrabilinum virka sum ljósmøður. Skipanin er trygg, og dugnalig fólk eru um okkum árla lívsins morgun til síðla á kvøldi við lívslok.

Frá føðistovuni flyta vit okkum um alt landið og síggja tað sama. Í viðtaluni hjá kommunulæknunum verða vit møtt høviskliga, hóast listin av vitjandi er langur, og bíðitíðin leingir arbeiðsdagin.

Tá ið vit í úrtíð brádliga møta í móttøkuni á LS við okkara kæru, ið hava fingið døtt, løst ella eru fallin um. Týdlig starvsfólk eru fullbúgvin til reiðar at taka ímóti og veita viðgerð ella linna. Tað hava vit upplivað so mangan. Vit heima hjá okkum fingu tað staðfest enn einaferð so seint sum í gjár. Nærlagni, nærvera og høg góðska í móttøkuni á LS hóast verkfall.

Ómøguligt er at seta navn á tænastuna, tí fleiri faklig yrki á LS samvirka okkum til gagns og batar. Dugnalig og rólig skapa tey frið í rúminum, hóast fáur okkara unnist millum blinkandi ljós og ljódligar teldur. Hesi ymisku fakligu yrkini á teimum trimum sjúkrahúsunum eru gull verd, hóast vektin av gulli valla samsvarar við avrikað verk í oyrum og krónum.

Undirmett er ikki sannleikin, tí vit hámeta fólkini sum menniskju og teirra avrik. Tey eiga lívið í okkum. Uttan tey, var einki lív hjá fleiri. Vit eru mong, ið hámeta sjúkrahúsini.

Ikki undirmett, men undirlønt! Tað er orðið, ið er nærri sannleikanum. Arbeiðarin er løn sína verdur, men viðhvørt er torført at síggja henda veruleikan á lønarseðlinum.

Mær hóvar væl tað gamla heitið og nevni tær sjúkrasystrar. Systurin er nærri menniskjum enn frøðin. Tó, bæði menniskjan og frøðin renna saman og tryggja, at systirin fakliga dugir sítt yrki.

Í skrivandi løtu – tann 24. oktober 2020 – sita vit bæði konan umborð á flogfarinum hjá Atlantic Airways á veg til Danmarkar. Í ljósinum omanfyri skýggini hugsa vit um tey mongu, ið arbeiða millum menniskju í umsorgan og røkt bæði í tí heimliga, á sambýlum, ellisheimum, stovnum og sjúkrahúsum. Setningurin beit seg fastan: Nærri menniskjum – lægri løn.

Vit keypa dýrar lívleysar lutir og byggja brýr og tunlar. Einki er galið við stórum íløgum í jørð, betong og asfalt, tí íløgurnar gera tað lættari at liva, ikki minst tá ið tíðin er vorðin pengar. Frálíkt við nýggjum skúlum, so kennarar og næmingar hava tíðarhóskandi karmar. Tað ger alt lættari, um karmarnir eru góðir. Karmarnir hava enntá ávirkan á úrslitið av skúlans virki.

Vit ynskja hvør øðrum góðar umstøður. Tað almenna eigur at ganga undan við bygningum, har góðskan er góð og stuðlar undir fakliga dygd við atliti at avrikum og persónligum trivnað. Barnaheimið eigur at vera raðfest væl fremri saman við vardum bústøðum til fólk við skerdum førleika, – ikki einaferð, men nú!

Lívið hevur ikki stundir at bíða. Menniskjanslig atlit mega hava hægstu raðfesting.

Vit liva í einum framkomnum landi, har nógv er avbera gott. Møguliga eru okkara dugnaligu reiðarar og sjófólk millum tey allar fremstu í heiminum. Alivinnan er fyrimyndarliga fyrisitin av dugnaligum vinnulívsfólkum. Handverkarar og smiðir hava prógvað sín kunnleika. Tey tímaløntu hava valla fingið ta úrtøku, sum átti at fallið teimum í lut, hóast tey leggja rygg til væl úr hondum greitt arbeiði.

Út frá einum kristnum sjónarhorni verður staðfest, at arbeiðið í tí sosiala sektorinum er ein tænasta, ið heldur Guðs skapanarverk viðlíka. Umsorganin fyri tí einstaka og røkt av menniskjum standa ovast á listanum í einum vælferðarsamfelag. Hetta er í tráð við altjóða hugtakið “mannvirði”.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir gera eitt manngott arbeiði í nærlagni og trúfesti. Undirritaði telist millum teirra, ið metir tað hóskiligt, at tann fakliga dygdin í verki teirra, ið er kveikt av heitum hjørtum og lærdari frøði, sæst aftur í einum lønarsáttmála, sum sjónliga virðismetir gerningin.

Í líknilsinum um hin miskunnsama sámariubúgvan var einki spart. Ein maður var fallin í ránsmannahendur á vandamiklari farleið. Ein samáriubúgvi kom honum til hjálpar og fekk hann inn á eitt gistihús. Verturin fekk boð at taka sær væl av tí neyðstadda.

Tá ið talan er um røkt av menniskjum, eru vit komin eitt fitt petti burtur frá kaldari fíggjarligari hugsan. Tann órættaði var í dýrasti neyð. Hann átti at fáa bestu røkt, hóast talan møguliga varð um eina eykarokning.  Amen.

Orðið: “Røkta hann nú, og tað, sum tú leggur út aftrat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.” (Lukas 10,35).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo