Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eivind Jacobsen hevur á Vágaportalinum grein um Bústaðir undir yvirskriftini “Bústaðir – dýrt at reka”.

Eisini hevur ein “Eygleiðari”, sama stað, grein við heitinum “400 mió. Kr. Non Profit og Bústaðir”.

Tað er bara gott, at so stórur áhugi er fyri Bústaðir og fyri okkara virksemi. Vit hava einki at krógva og øll eru vælkomin at spyrja seg fyri ella koma á gátt.

Umskiftið frá einum útlánsstovni, Húsalánsgrunninum, og til eitt alment bústaðarfelag, Bústaðir, hevur verið ígongd síðani 2012, og halda vit slettis ikki at tað stendur so illa til, sum greinirnar benda á. Tí skulu vit niðanfyri, so stutt sum gjørligt, greiða frá nøkrum sentralum viðurskiftum.

Ført verður fram, at Bústaðir tekur inn húsaleigur og so brúkar alt uppá umsiting og nakað afturat.

Bústaðir hevur ein fastan og gjøgnumskygdan frymil fyri at rokna húsaleigurnar. Kostar ein íbúð 1,0 mió. kr. at byggja, so er húsaleigan í dag 4.532,00 um mánaðin, umframt forbrúk.

Roknistykki sær soleiðis út:
    Húsaleiga            4.532,00
    Kapitalkostnaður        2.858,00    63%
    Rakstur, tryggingar, umsiting o.a.       671,00    15% (harav umsiting 7%)
    Viðlíkahald, inn- og útflytingar v.m.       550,00    12%
    Avsetingar, langtíðar viðlíkahald       453,00    10%   

Kapitalkostnaðin roknar Bústaðir á leið sum í okkara grannalondum, hvat viðvíkur almennum bústaðarfeløgum. 70% av íløguni verður renta við 2,75%, meðan 30% verður sett inn sum stovnsfæ (grundkapital) tey fyrstu árini.

Hetta fyri ikki at fyrstu ættarliðini skulu gjalda alla íløguna, og seinnu ættarliðini búgva tað bíligari. Tað ber eisini til at siga, at Bústaðir rentar alla íløguna við 1,925%.

Havandi í huga virðisøking og eitt økt frívirðið yvir tíð (nógv verður sett av til viðlíkahald), er ikki talan um non-profit virksemi, men heldur ikki um profit maksimering.   

Ført verður fram, at Bústaðir við 19 starvsfólkum og lønarútreiðslur í 2018 á 9,7 mió. Kr., er ov dýrt at reka.

Um lønarviðurskiftini á Bústøðum kann upplýsast, at Bústaðir fylgir sáttmálunum millum Fíggjarmálaráðið og tey relevantu fakfeløgini.

Afturat er at siga, at bert 5 fólk arbeiða við umsiting av leigumálum, bíðilista o.a., meðan 5 húsavørðar eru, ið taka sær av vanligum viðlíkahaldi, inn- og útflytingar o.a. Restina av starvsfólkunum arbeiða við útlán (Húsalánsgrunnurin) og við at fáa til vega verkætlanir og at standa fyri at fáa hesar framdar. 

Ført verður eisini fram, at Bústaðir er “konkurshótt”.

Tað er ikki so.

Áðrenn avskrivingar hava Bústaðir havt yvirskot á hvørjum ári. Eginognin er støðug yvir árini, men vit eru í einum skifti frá útlán og til materiella støðisogn (leigubústaðir).

Leiguinntøkurnar hava ment seg soleiðis, seinastu árini:

    2015      4,8 mió. Kr.
    2016      6,2 mió. Kr.
    2017      8,6 mió. Kr.
    2018    13,2 mió. Kr.
    2019    17,1 mió. Kr.
    2020    21,0 mió. Kr. (vænta)

Í seinasta lagi í 2021 væntar Bústaðir at hava positivt úrslit á botnlinjuni eisini.

Ikki profit maksimerandi, men ein góðan og sunnan rakstur, har fleiri og fleiri bústaðir leggjast afturat.

Annars kann upplýsast, at roknskapurin fyri 2019 er latin inn, meðan ársfrágreiðingin er á veg til prentingar.

Andras Róin, stjóri
Bústaðir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo