Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ein partur av grindini, sum í morgun varð funnin við Selvík í Sørvágsfirði, varð hildin til hóast alt. Finnbogi Midjord, sýslumaður, segði annars fyrr í dag, at grindin skuldi ikki haldastt til, tí tað er í stríð við tilmælini hjá landsstýrinum.

Avgjørt var at merkja grindina við sendarum, men tá grindin kom inn á sandin í Bø vildi so til, at endin var, at útivið 20 hvalir hóast alt vóru avlívaðir.

Hvat gekk galið, ella hví hvalirnir hóast alt vóru hildnir til, hevur ikki borið til at fingið uppspurt. Men sum skilst gjørdu hvalirnir landgongd, og fingust ikki útaftur.

Sørvágs kommuna upplýsir fyri VP, at hvalirnir verða skornir upp, at fólk í Sørvágs kommunu kunna koma á sandin í Bø at fáa sær burturav.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo