Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinasti dagurin í 2021 er farin aftur um bak, og vit eru byrjað upp á eitt nýtt ár við bjørtum vónum og hjá summum við nýggjárslyftum um bót og bata. Dagurin í gjár var ein stillur, vakur og sólríkur dagur, har sólin kom undan havsbrúnni. Í morgun er illfýsið, regn og vindur. Vónandi er hetta ikki ábending um, hvat vit hava í væntu í hesum nýggja árinum.

Í góðveðrinum í gjár gekk eg mær ein langan túr á Skælingsvegnum, har eg so ofta gangi. Har er vakurt, friðsælt og ljóst teir dagarnar, tá sólin kagar fram. Meðan eg gangi, tendri eg fyri tíðindunum í Útvarpinum á middegi á telefonini, og eitt tað fyrsta eg hoyri er, at glopraregn í Dali og Húsavík hava gjørt stóran skaða í bygdunum. Eg hugsi við mær sjálvum, at hetta kann ikki passa – áarføri og áarlop í Sandoynni? Er hetta ikki bara nakað sum hendir á europeiska meginlandinum og í fjarskotnum londum? Eg skilji onki av hesum, tí náttúran uttanum meg andar ljós, frið og gleði.

Um nátturðatíð kóki eg mær ein góðan ræstan bógv av Trøllanesi, meðan eg seti meg at hyggja og lurta eftir nýggjársrøðuni hjá løgmanni. Eitt av hansara høvuðsevnum eru børnini, náttúran og umhvørvi. Hann heldur ikki, at vit hava givið hesum nóg stóran ans, men nú mugu vit taka annað skinn um bak. Nú skal ruddast upp í øllum tí, sum vit hava tveitt í hav og haga, og útlátið av vakstrarhúsgassum skal tálmast. Ein nýggj náttúruverndarlóg skal leggjast fyri Løgtingið og samtykkjast í vár.

Seinni um kvøldið seti eg meg frammanfyri sjónvarpið, og hyggi skiftivís eftir donskum og føroysku sjónvarpskanalini. Klokkan 22 føroyska tíð senda donskum kanalirnar frá fýrverki í Tivoli, sum er størri og meira umfatandi enn nakrantíð. Vístar verða myndir frá takinum á konserthøllini í Tivoli, haðani fýrverkið verður sent, og tað sær ógvuliga rúgvismikið út.

Føroyska sjónvarpið hevur samrøður við fólk í fleiri føroyskum bygdum, sum greiða frá, at blikk, bál og fýrverk slær allar rekordir, og at alt er nógv størri enn undanfarin ár. Um hálvgum tólv tíðina seti eg meg at hyggja eftir fýrverkinum hjá Vestmanna Kommunu, sum verður sent av kajøkinum. Hetta sær stórsligið út, og helst meira víðfevnt enn nakrantíð. Út móti midnátt verða neyðrakettir og annað fýrverk sent ymsastaðni í bygdin, og hetta helt á nakað út á náttina. Vakurt er tað á at lýta, tað skerst ikki burtur.

Tá eg fari til songar, hugsi eg við mær sjálvum, hvussu alt hetta hongur saman við tosinum um atlit til náttúruna. Hetta við fýrverki sær út til at økjast kring allan knøttin ár undan ári. Hvussu nógvar milliardir krónur verða ikki brúktar fyri at vit kunnu njóta hetta ljóshav við buldri og braki eina løtu? Og kundi ein partur av hesum pengum ikki verið brúktir til onnur og betri endamál? Hvussu nógvan skaða á fólk og náttúru hevur alt hetta fýrverkið elvt til?

“Vónin er bjartasti brandur, bítur á harðasta stál”, kvøður Martin Joensen í einum av sínum sangum.

Eg vóni tað besta fyri Føroya fólk í árinum, sum júst er byrjað!

Jákup Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo