Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Vit í Námi fagna Margretu Næss og hennara stóra og slóðbrótandi arbeiði við ljóðbókum, bæði yrkis og fagurbókmentum. Teirra millum mongu skúlabókunum, ið eru farnar um hennara hendur mongu seinastu árini. Við hegni, huga og einum brennandi ynski um at lata teimum sjónveiku, leisveiku og orðblindu skrivaða orðið. Hjartaliga tillukku við kærleikskúluni, Margreta.

Nám letur allar nýggjar bøkur lesa inn. Lutvíst hava vit eisini latið eldri bøkur, ið enn eru í nýtslu, verið lisnar inn. Tað er okkara greiða mál, at føroyskt sum undirvísingarmál skal vera atkomuligt hjá øllum uttan mun til førleikar og avmarkingar. Harafturat at mestsum alt skal verða á føroyskum. Okkara bøkur til fólkaskúlan eru flest allar lisnar inn og eru tøkar ókeypis á Snar hjá øllum - næmingum, foreldrum og øðrum áhugaðum.

Okkara bøkur til Miðnám, ið eru komnar út seinastu árini liggja á okkara sBókaportali, ið sjálvur dugur at lesa bøkurnar fyri tí lesandi. Hetta tí annar slóðari, Karin Kass, hevur gjørt eitt megnar arbeiði við føroysku teldutaluni og ger tað framvegis. Allar okkara talgildu royndir kunnu eisini lesast við lesiforritum, sum Nám hevur keypt og bjóðar øllum í skúlaverkinum ókeypis.

Alt hetta er beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðing av slóðarum sum Margretu, ið hevur verið ímyndin av ljóðbókatænastuni. Vit í Námi gleða okkum eisini til samstarvið við nýggja leiðaran fyri ljóðbókatænastuna, Lindu Mortansdóttir.

Landstýriskvinnan í Mentamálum sigur við tíðindaportalin in.fo, at hon ætlar, at vit framhaldandi skulu fylgja hesi slóð, og tað ætlar Nám eisini. Men kanska skuldi Rigmor tikið Margretu upp á orðið og lógarfest at føroyskt lærutilfar skal vera atkomuligt hjá lesi-, skrivi- og sjónveikum. Og kanska skuldu vit samstundis sett okkum hægri mál, tá tað viðvíkir føroyska málinum. Hvat við at seta í verk, at alt tilfar og allar próvtøkur í fólkskúlanum og á miðnámi skulu vera á føroyskum og harafturat atkomuligar hjá øllum?

Tað hevði verið eitt risafet rættan veg – okkum øllum sum velja at búgva her at sóma.

Mentanin býr í málinum, vit styrkja okkara samleika og mentan við at nýta okkara egna mál, her, har og allastaðni.

Regin Marnersson
Stjóri í Námi og á Próvstovuni 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo