Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Skúlablaðið: Nógvar kanningar eru gjørdar av netnýtsluni hjá børnunum; tann nýggjasta í føroyskum høpi er kanningin, sum skúlastýrið í Eysturskúlan læt gera í mars í fjør.

Úrslitið í kanningini leggur seg upp at úrslitum í øðrum kanningum, sum sigur, at børn brúka ógvuliga nógva tíð á netinum.

- Endamálið við tílíkari kanning er, at lærarin kann nýta kanningina í flokkinum og tosa um internetvanar. Hvat sigur gransking viðvíkjandi netnýtslu, songartíð, teldunýtslu áðrenn/í songini og so framvegis. Lærarin hevur við kanningini fingið nøkur fakta um nýtsluna hjá næmingunum og kann tosa út frá hesum. Annað endamál við kanningi er at gera foreldur varug við netnýtsluna og soleiðis kunna tosa við barnið um hetta, sigur Magni á Lakjuni við Skúlablaðið.

Kanningin varð gjørd talgild av skúlastýrinum. Spurningarnir vóru gjørdir í samstarvi við foreldraumboðini í flokkunum - og lærarin fekk eina leinkju, sum børnini fingu á teldupostin, tá farið var í teldustovuna í Eysturskúlanum at svara kanningini. Tað vóru um 170 børn, sum svaraðu.

Úrslitið av kanningini vísir ikki óvæntað, at netnýtslan økist so hvørt børnini gerast eldri, at nógvir næmingar brúka nógvar tímar hvønn dag á internetinum, at nógvir teirra hava snildfonina, teldilin ella telduna við í song og brúka hana har.

Á foreldrafundi herfyri var kanningin løgd fram.

Lesið greinina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo