Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið/Tekstur og mynd: Sonne Smith: Í Nólsoyar skúla eru tríggir lærarar: Jákup av Skarði, fyrstilærari, Anna Marna Holm, forskúlalærari og Bára Traustadóttir, námsfrøðingur og lærari. Bára Traustadóttir er flokslærari í yngra bóli, og Jákup av Skarði er flokslærari í eldra bólki.

Tá ið næmingarnir koma niðan í skúlan, ið stendur ovast í bygdini, eru næmingarnir vælkomnir niðan klokkan trý korter til átta. So hava teir eitt korter í frið úti í ganginum, í tí opna bókasavninum, at tosa við skjaldbøkurnar – ja, tey hava skjaldbøkur – og at spæla ella okkurt tílíkt. Klokkan átta fer forskúlin saman við yngra bólki, sum er 1., 2. og 3. flokkur inn í yngru stovuna, og har byrja tey so í felag. Tá ið ein løta er farin, fer forskúlalærarin, Anna Marna Holm, lærari, við teimum báðum forskúlabørnunum í forskúlastovuna soleiðis, at 1. 2. og 3. eru eftir til at hava sína undirvísing. Tey í 4., 5. og 6. fara í eldru stovu. Bara tríggir flokkar her, tí at í hesum skúlaárinum, 2017/18 er eingin næmingur í 7. flokki.

Skúlin er frá 1. til 7. flokk, men í ár eru so næmingar úr forskúla upp í 6. flokk.

- Tað var eitt ynski frá foreldrum fyri tveimum árum síðan um at taka forskúla, sum var í bygdini fyri nøkrum árum síðan, uppaftur. Tað varð prátað aftur og fram við kommununa og Mentamálaráðið um at fáa hetta í lag, og í ár fingu vit so forskúlalíknandi tilboð, sigur Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo