At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í døgunum 22-25 mars hevði North Atlantic Marine Mammal Commission (NAMMCO) ársfund, har limalondini viðgjørdu mál viðvíkjandi umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norðurhøvum. Ársfundurin var hin 28. í røðini, síðani NAMMCO varð sett á stovn í 1992.  Orsaka av koronufarsóttini var fundurin netborin.

NAMMCO veitir stjórnunum í limalondum ráðgeving um burðardygga stovnsrøkt og umsiting av havsúgdjórum, umframt veiðuhættir. Burðardygg veiða eftir hvali og kópi allýsir NAMMCO og sameinir limalondini í felagsskapinum - Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg. Limalondini leggja áherðslu á 14. Heimsmál hjá Sameindu Tjóðum: At varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

Kanada, Danmark, Japan, Russland og USA eru eygleiðaralond í NAMMCO, og stjórnarumboð úr londunum luttóku á ársfundinum.

Ársfundurin varð leiddur av Kate Sanderson úr Uttanríkis- og mentamálaráðnum, ið hevur verið forkvinna í NAMMCO síðani 2019. Formansskapurin skiftir millum limalondini, og aftaná ársfundin yvirtekur Noreg formansskapin. Bjarni Mikkelsen, Havstovan, er formaður í vísindanevndini í NAMMCO. Føroyar hava síðani 2019 havt formansskapin í vísindanevndini, og hava formansskapin fram til 2022.

Limalondini samtyktu á ársfundinum m.a., at NASS hvalateljingar skulu vera aftur í 2024. NASS (North Atlantic Sightings Surveys) eru stóru altjóða hvalateljingar, ið fyrstu ferð vóru gjørdar í 1987, og aftur í 1989, 1995, 2001, 2007 og 2015. Føroyar hava luttikið í hvalateljingunum øll árini.

Á ársfundinum legði Føroyar fram uppskot um at skipa fyri ráðstevnu í 2022 um havsúgdjór sum mat, og uppskotið varð samtykt. Ráðstevnan tekur støði í NAMMCO frágreiðingini frá 2017 “Marine Mammals – a Multifaceted Resource”, og ráðstevnan skal varpa ljós á búskapar-, føðslu- og mentanarliga týdning av hvala og kópaveiðu. Ætlanin er eisini at savna kokkar úr hvala- og kópaveiðu londum fyri at sýna fram hvussu hvalur og kópur verður borðreiddur í ymsu matmentanum og viðgera leiklutin hjá havsúgdjórum í nútíðar matarlist.

Sí meira kunning um 28. ársfund hjá NAMMCO her.

Si meira kunning um NAMMCO á www.nammco.org  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo