Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Arbeiðstíðin og arbeiðsumhvørvið hongur saman. Flestu starvsfólkini, sum arbeiða innan tað námsfrøðiliga virkisøkið í Føroyum, arbeiða niðursetta tíð. Orsøkin til tess eru fleiri. Føroya Pedagogfelag er javnan í samband við limir, sum vildu ynskt, at kunna farið upp í fulla tíð, men av ymiskum orsøkum ber hetta ikki til. Familjulívið hongur ikki saman, um ein arbeiðir fullan brøk. Eisini frætta vit frá limum, at tað ikki ber til at fáa fulltíðarstarv, tí so hongur arbeiðsskipanin ikki saman á starvsstaðnum. Neyðugt er, at petta størvini sundur, fyri at hava starvsfólk á stovninum allar tímarnar, sum stovnurin hevur opið.

Tað hevur ofta tær keðiligu avleiðingar, at stovnurin hevur fá starvsfólk inni og tí mugu starvsfólkini renna skjótari, fyri at røkka øllum uppgávunum. Pedagogfelagið vil varpa ljós á hendan trupulleikan. Neyðugt er at gera broytingar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at ráðiligt er hjá limum at fáa fulltíðar starv. Ein loysn eigur at vera, at hyggja eftir longdini á arbeiðsvikuni. Flestu norðurlondini hava stytt um arbeiðsvikuna, soleiðis at møguligt er hjá fólki at arbeiða fulla tíð.

Tað er ikki kostnaðarleyst, fyri samfelagið, at lata standa til. Verður einki gjørt nú, fær tað tí avleiðing, at tá hesi, sum hava arbeitt niðursetta tíð við lágum inntøkum og síðani koma í eftirlønaraldur, hava lítið av eftirløn uppsparda – og tá noyðist landið at leggja meiri pening við, fyri at hesi tá skulu klára seg. At arbeiðsbyrðan og námsfrøðiliga arbeiðsumhvørvið ikki verður tikið í álvara ger eisini, at fólk verða niðurslitin fyrr. Hetta gevur stórar útreiðslur til heilsuverkið.

Vit vita, at innan námsfrøðiliga arbeiðsøkið er strongd ein vaksandi trupulleiki. Hetta kemur helst av vánaligu arbeiðsumstøðunum. Tað finnast starvsfólk innan námsfrøðiliga økið, ið ikki meta tey fáa veitt ella útint eitt gott ella nøktandi arbeiði.

Innan námsfrøðiliga arbeiðsøkið er talan um relatións arbeiðið, t.e. at arbeiða við fólki. Til hetta arbeiðið brúkar starvsfólkið seg sjálvt, sum amboð. Tískil er tíðin, ein er saman við brúkaranum, ein avgerandi partur av menningini hjá brúkaranum. Er tíðin, ið starvsfólkið er saman við brúkaranum ikki nóg væl løgd til rættis og/ella útint við tí góðsku og dygd, ið eigur at verða givin, gongur hetta út yvir “úrslitið” í arbeiðinum. Sambond við onnur menniskju krevur tíð og nøktandi umstøður.

Ofta verður tosað um námsfrøðiliga virkisøkið, sum ein útreiðsla. Ein útreiðsla, ið kostar lands- og kommunukassunum stórar upphæddir. Ein útreiðsla, sum gerst størri ár eftir ár, sum fólkatalið í landinum gerst hægri.

At gera íløgur í menniskjum er ikki ein útreiðsla. Hetta er ein íløga. Ein íløga, ið kemur fleirfaldað aftur.

Tíðin er búgvin, at raðfesta arbeiðsumhvørvið á námsfrøðiliga arbeiðsøkinum.

Ásetið minimumsnormering á dagstovnaøkinum!

Endurskoðað og bøtið um normeringina á serøkinum!

Styttið arbeiðsvikuna. Hetta er ikki ein samráðingarspurningur!

Føroya Pedagogfelag er fakfelag innan námsfrøðiliga virkisøkið, vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar, klubbar, sambýli, bústovnar, verkstøð, skúlar og annað.

FØROYA PEDAGOGFELAG

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo