Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Allar stovur fara at fáa hægri normering. Hetta kemur aftrat eyka fyrireikingartíð, sum eisini verður styrkt.

Umframt størri játtan til námsfrøðina, sum fer at menna børnini og starvsfólkini, so verður 40 ára gamli bygnaðurin frá eini tíð við heilt fáum dagstovnum fluttur inn í nútíðina og tørvin hjá starvsfólkum og børnum í dag.

At gamli bygnaðurin nú verður dagførdur til tørvin í dag, merkir, at leiðslan verður nærri at einstøku dagstovnunum.

Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu fevnir um uml. 3.000 børn og ung, uml. 700 starvsfólk og 37 stovnar.

Frá at hava ein deildarleiðara til 37 stovnar, fáa 8-10 stovnar hvør sín eindarleiðara. Tað gevur meira nærveru og umsorgan til allar stovnar í kommununi.

Minni trýst meira menning
Dagstovnaøkið er nógv broytt síðstu árini. Frá at vera eitt ansingartilboð við fáum fakligum krøvum, er virksemið í dag skipað við støði í lóg, sáttmálum og alskyns krøvum frá myndugleikum, foreldrum og samfelagnum annars.

Tað er úti á stovnunum, at høvuðsparturin av námsfrøðiligu tænastuni verður veitt. Sjálvandi skulu umstøðurnar til at veita bestu námsfrøðiligu tænastuna vera góðar.

Tað merkir nøktandi fíggjarligt rásarúm, nøktandi fakligt støði bæði viðvíkjandi leiðslu, fyrisiting og námsfrøði, nøktandi fysiskar karmar v.m.

Men tað krevur eisini eina samanhangandi skipan.

Í dag, har trýstið á dagstovnarnar er størri enn nakrantíð, har talið av útbúnum námsfrøðingum als ikki stendur mát við lógarkrøvini, har tað reelt einki arbeiðsloysi er, og har dagstovnaleiðslan í stóran mun stendur einsamøll við avbjóðingunum, so virkar skipanin ikki.

Fígging til námsfrøði og tættari leiðsla
Býráðið hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu tænastuni. Býráðið stendur til svars fyri, at tey 3.000 børnini og ungu fáa eina javnt góða námsfrøðiliga tænastu.

Skal býráðið kunna bjóða eina javnt góða tænastu, so krevst ein samanhangandi bygnaður, har einstaki dagstovnaleiðarin hevur tætta yvirskipaðari leiðslu aftrat sær. Tað er ikki støðan í dag. Í dag deilast teir 37 dagstovnaleiðararnir um ein deildarleiðara.

Slíkur bygnaður skapar ikki grundarlag hjá deildarleiðaranum at leiða dagstovnaleiðararnar, sum tí verða einsamallir og hokna undir byrðuni.

Hetta er bygnaður frá teirra tíðini, har tað vóru færri enn 10 stovnar í kommununi.

Men tað er eisini rætt, so sum námsfrøðingar og stovnsleiðarar hava víst á, at tørvur er á betri normering, tað merkir betri fígging av virkseminum á gólvinum.

At økja normeringina í tíðum, har trot er á námsfrøðingum og hjálparfólkum frammanundan, er avbjóðing í sjálvum sær. Eingin ivi er tó um, at ein hægri normering, sum ger arbeiðsumstøðurnar betri, fer at draga til økið fleiri námsfrøðingar og harvið lyfta fakliga støðið.

Býráðsviðgerðin í gjárkvøldið gevur tó vón um, at semja kann fáast um hægri normering aftrat teirri játtanini til fyrireikingartíð, sum sett er út í kortið.

Her eru vit øll samd, og tí fara vit at hækka normeringina.

Øll verða tikin við
Broytingar eru altíð avbjóðandi. Kommunan hevur kunnað dagstovnaleiðararnar, álitisfólkini og Pedagogfelagið um ætlanirnar. Umframt kunning eru og verða arbeiðsbólkar við umboðum fyri dagstovnaleiðarar og starvsfólk settir at viðgera uppskotið til leiðslubygnaðin og uppskot til fígging av námsfrøðiligu tænastuni.

Vit eru sannførd um, at neyðugt við betri fíggjarligum rásarúmi úti á dagstovnunum, og vit eru eisini sannførd um, at neyðugt er at skipa økið í einum leiðsluligum samanhangi alt við tí endamáli at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna.

Í hesi tilgongd verða øll tikin við. Greiða málið er at geva børnum okkara eina javnt góða námsfrøðiliga tænastu.

gb

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo