Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Arbeiðsbólkur, sum mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur sett at eftirmeta dagstovnaøkið, er nú farin til verka.

Arbeiðsbólkurin skal m.a. gera tilmæli um, hvussu námsfrøðiliga arbeiðið á dagstovnaøkinum kann styrkjast og uppraðfestast eitt nú við betri normering. Partur av eftirmetingini er eisini heimildar- og uppgávubýtið millum stovnarnar, eindirnar og deildina, harumframt námsfrøðiligu tilboðini til børn við serligum tørvi. BARN-skipanin og upptøkureglugerðin skal eisini endurskoðast.

Í arbeiðsbólkinum eru: Anna Dalsgaard, dagstovnaleiðari, Súsanna í Gong, námsfrøðingur, Anni Kyster, hjálparfólk, Beinta Dalbø, deildarleiðari, Jóan Petur Hentze, trivnaðartjóri, og Maika L. Samuelsen, sum áður hevur starvast á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.

Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, setti í dag arbeiðið í gongd. Hann fegnast um góða viljan í býráðnum at uppraðfesta námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum, og at arbeiðsbólkurin nú fer at lata politisku skipanini ítøkilig uppskot til at styrkja námsfrøðiliga virksemið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo