Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 26/2020 eftir Tingskipanini § 52 a frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni.

Fyrispurningur viðvíkjandi læraraútbúgvingini, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

Fyrispurningurin er soljóðandi: Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at læraraútbúgvingin verður eftirmett og endurskoðað?

1. Nær verður henda eftirmeting gjørd?

Svar

Til spurning 1
Ja, læraraútbúgvingin verður eftirmett. Sbrt. lógini um Fróðskaparsetur Føroya skal uttanhýsis serfrøði eftirmeta viðurskifti á stovninum við jøvnum millumbili.

Í næstu eftirmeting fer m.a. at verða hugt at Námsvísindadeildini og læraraútbúgvingini.

Til spurning 2
Eg havi á fíggjarlógini fyri 2021 biðið um játtan til eftirmetingina, sum eg vóni fer í gongd tíðliga næsta ár.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo