Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Granskingarráðið: Nanna Schneidermann, sum er ættað úr Føroyum, er ph.d. í antropologi frá Aarhus Universitet í 2014. Hon hevur granskað vaksandi tónleikavinnuna í Uganda og ungu tónleikararnar, sum stríðast fyri at gerast kendir. Hon hevur serliga fokuserað á dynamikkirnar í virðisskapan, sum hon kallar connectionwork. Ph.d.-ritgerðin kallaðist ”Connectionwork - Making a Name in Uganda's Music Industry”.

Nanna Schneidermann er í løtuni í post.doc. starvi á Department of International Studies and Interpreting, Oslo and Akershus University College of Applied Sciences. Hon arbeiðir við eini verkætlan, sum kallast Mediafrica: New media practices in a changing Africa. Hetta er ein tvørvísindalig verkætlan verkætlan við 8 granskarum frá 7 ymsum stovnum í 5 londum. Hesa lestrarhálvuna er visiting fellow á Harvard University í USA.

Les um Mediafrica verkætlanina her 

Nanna Schneidermann er gestaritstjóri á serútgávu av Suomen Antropologi, sum júst er útkomið. Hon hevur eisini eina grein í útgávuni. Ritið kallast ”Hip Hop Constellations", og er um hip hop og gerandislív í Mexico, Tanzania, Svøríki, Danmark og Uganda.

Útgávan er open access og kann lesast her 

Les un Nannu Schneidermann í Heilagrunninum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo