Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At eiga eina hond at halda í er ríkidømi størri enn mangt annað. At síggja inn í vinarlig eygu skapar ró í sinninum. At fáa vitjan, tá ið einsemi nívir, og andadrátturin hoyrist sum bergmál í rúminum. Tað er eins og at síggja sólina rísa eftir drúgva tíð við dimmi og mjørka.

Nærvera er eitt hugtak, ið vit mangan umrøða í fyrilestrum. Tað er eitt áhugavert evni, og gagnligt er tað, at ljós verður varpað á lívsfatan og lívshátt. Lívið telur tímar, dagar og ár, og tað er karmur um innihald. Júst innihaldið gevur eina kenslu av vælveru ella tvørrandi vælveru, t.d. einsemi, ótta og angist.

Eftir at hava hildið ein fyrilestur kom ein kvinna til mín og segði, at hon kendi tað svá, at lívið var miseydnað. Alt tað góða, ið varð umrøtt, megnaði hon ikki. Hinvegin kendi hon seg aftur í øllum tí neiliga, ið ávarað varð ímóti.

Kvinnan sannførdi meg um, at fyrilesturin ikki náddi málið, ið fyriskipararnir høvdu við kvøldinum. Ein fyrilestur ella ein prædika, ið nemur tað viðkvæma mannalívið, eigur at vísa vegin frameftir og skapa ljósglottar í havsbrúnni. Tað er ikki nóg mikið, at vit vísa menniskjum á, at tey hava mistikið seg og eru farin skeiv av málinum.

Vit sum umrøða tey bleytu virðini, t.d. lívsvirði og góðsku, hava eina stóra ábyrgd. Tað ræður um at skapa hita, umbæri og vón fyri hinum einstaka, so lívið kennist ríkt og fjálgt. Tað ræður um at kynda ljós og seta eina kertu í ljósastakan. Tað ræður um at hyggja uppeftir og frameftir. Vit skulu einans hyggja aftureftir til tess at greina løtuna og harvið skapa eina bjartari framtíð.

Í halgubók er tann nívandi kenslan væl kend við atliti at mótgongd, sjúku og trega. Jesus grøddi ein mann, ið var føddur blindur. Í hesum sambandi varð spurt: “Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?” (Jóhannes 9,2).

Tað er menniskjansligt at hugsa, at alt hevur eina orsøk. Almenna fatanin er, at einki kemur av ongum.

Tó, líka satt er tað, at nógv, ið hendir, fáa vit ikki fyribyrgt ella gjørt stórvegis við. Tilveran og forløg manna eru størri enn menniskjan.

Vit kunnu sum einstaklingar gera alt rætt, skilagott og til fulnar, men úrslitið verður ikki mett nøktandi.

Vit gjørdu alt rætt og greidliga eftir bestu sannføring, men tað vignaðist ikki til vildar. So skýmir á lívsleiðini við skuldarkenslu, ekka og trega.

Eina løtu kann tað vera teim kristnu gagnligt í sjálvrannsakan at hyggja inneftir, meta um og endurskoða. Um næsti okkara hevur tað svárt, er tað gagnligari, at vit eru hjástødd sum medmenniskju heldur enn serkøn við tí rætta svarinum.

Hjástaddur í Kristi stað, tá ið næstin hevur tað svárt. Hjástaddur í nærveru uttan orð sum ein tænandi andi, ið er likamliga til staðar. At sita hjá, at halda um og leiða ávegis mót degi og ljósi.

Nærvera gevur teimum, ið hava tað svárt, hita og linna. Onkuntíð er einki annað at gera uttan at vera um og vera hjá. Vit kunnu t.d. hugsa um B6 á Landssjúkrahúsinum og palliativa viðgerð. Dugnalig starvsfólk veita teim doyggjandi virðiligar umstøður og fakliga røkt. Veita teim avvarðandi heimligar karmar saman við sínum kæru, nú lívssólin lækkar, og ferðin um evstu sýn er byrjað. Ein frágera góð tænasta, ið gevur teim avvarðandi hvíld og heilsubót.

Vónandi verða fleiri tílíkar stovur tøkar, nú LS verður bygt út. Vit mega hava ráð at veita teim doyggjandi bestu umstøður. Vit mega hugsa um tey avvarðandi. Vit mega geva teimum bestu sømdir, ið hava avbjóðingar til likams og sálar. Tímilig vælferð og samfelagsligir hentleikar hava týdning, men tað menniskjansliga eigur at hava hægstu raðfesting.

Tá ið lisið verður í halgubók er Jesu lív ein vøkur fyrimynd. Jesus sá menniskja aftan fyri andlitið. Hann steðgaði á og tosaði við ein mannligan tollara, ið valla var av Guðs bestu børnum við atliti at rættferð og rættleika. Hann tosaði við eina syndafulla kvinnu í Sámaria, ið rætttrúgvandi jødar skýggjaðu.

Jesus stóð við lið teirra sjúku og talaði søk teirra veiku í samfelagnum. Uttan fordómar møtti hann menniskjum, svá tey vóru, og har tey vóru. Jesus sá mannvirði – Guðs mynd – í hvørjum menniskja og gav teimum vón um batar og lívsinnihald. Fyrst náði og samljóð í nærveru og trivnaði, síðan nøkur orð um betri framtíð, lív og levnað.

Nærvera er at geva øðrum menniskjum gætur heldur enn at vera upptikin av sær sjálvum. Amen.

Orðið: “Jesus svaraði: “Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs gerningar mega verða opinberaðir á honum.”” (Jóhannes 9,3).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo