Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leiðaradagurin: Áhugin fyri Leiðaradegnum er metstórur í ár. Evnið er Broytingarleiðsla. Seinasta freist er at tekna seg er í dag kl. 12, tó skal viðmerkjast at bert fá pláss eru eftir.

Leiðaradagurin verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar kl. 13-16.30. Aftaná er Tapas og hugni hjá Katrinu Christiansen.

Lisfarlig Ledelse – nr. 1 á Børsen bestseljaralista
Høvuðsrøðari er Christian Ørsted, maðurin handan leiðslubókina “Livsfarlig ledelse”, sum var nr. 1 á Bestseljaralistanum hjá Børsen.

Aðrir áhugaverdir røðarir
Hedvig Jóhansdóttir, Dugni
Rune Green, humorist, um týdningin av humor á arbeiðsplássinum
Steinbjørn Hardlei, Glasir
Turið Arge, BankNordik
Hvørji gerast Ársins leiðarar verður avdúka á degnum.

Tilnevnd eru í bókstavarøð:

Topp 3 kandidatar innan tað almenna
• Gudmundur Joensen, Ítróttaháskúlin í Suðuroy
• Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskupur
• Johanna á Tjaldrafløtti, Húsarhaldsskúli Føroya

Topp 3 kandidatar innan tað privata
• Árni Jakobsen, SMJ
• Fróði Clementsen, Teldutænastan
• Sunneva Háberg Eysturstein, Sirkus

Les alt um leiðaradagin og tekna teg HER! ella ring til Synergi á 322355.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo