Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu- og havnanevndini og Bjarni Prior, borgarstjóri

Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu- og havnanevndini og Bjarni Prior, borgarstjóri

Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu- og havnanevndini og Bjarni Prior, borgarstjóri

Vága kommuna: Í morgun kl. 7.00 stevndi ferðamannaskipið National Geographic Explorer inn á Miðvág. Umborð vóru 115 ferðafólk, og fóru tey ymiskar útferðir runt um í Vágum, millum annað við báti út til Drangarnar og gongutúr út í Trælanípu. Tað er MB Tours sum, í góðum samstarvið við Giljanes bussar og aðrar lokalar veitarar í oynni, skipar fyri útferðunum.

Skipið er eitt fyrstafloks rannsóknarskip, við pláss fyri 148 ferðafólkum í 81 kahúttum, umframt manning.

Saman við menningarstovuni Visit Vágar, er Vága kommuna farin í gongd við arbeiðið at menna vinnuferðavinnu, og hugt verður somuleiðis eftir møguleikanum at gera okkum galdandi fyri smærri ferðamannaskip av hesum slagnum. Hesi skip hava ikki nógv ferðafólk, men tey hava sum oftast tað til felags, at tey hava sama áhuga fyri t.d. søgu, landafrøði ella okkurt heilt triðja, og ynskja útferðir sniðgivnar við teirra áhuga fyri eyga. Og her hava vit nógv ymiskt at bjóða, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum saman við Jóanis Albert Nielsen, formanni í Vinnu- og havnanevndini, tóku ímóti National Geographic Explorer tíðliga í morgun.

Myndir: Faroe Photo/Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo