Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Hóast Russland hevur boðað frá afturtøku úr fleiri støðum í Ukraina, so sær Nato onki tekin um tað. Tvørtur ímóti væntar vesturlendska verjusamgongan, at Russland fer at herða álopini, eru boðini frá aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg.

 - Okkara upplýsingar siga, at russar ikki taka seg aftur, men teir eru við at flokka seg av nýggjum, sigur Jens Stoltenber sum leggur afturat, at russar beinleiðis lúgva um sínar ætlanir í Ukraina.

- Men tað er ikki fyrstuferð, teir lúgva um sínar ætlanir, og vit kunnu bert døma teir útfrá tí, sum vit síggja teir gera, sigur Nato ovastin.

Áður hevur eisini ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sagt tað sama. Hann hevur eisini sagt, at tá russar taka seg aftur, so er tað í tað eru ukrainsku deildirnar sum trýsta teir aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo