Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

TAÐ SKAL VERÐA FRIÐUR

TÁ TAÐ SKAL VERÐA FRIÐUR!

Tað er ikki meira enn rímiligt at tað er náttarfriður og friður fyri óunniligari dálking frá skipum, so einfalt er tað, og tað er sjálvandi uppgávan hjá kommununi at verja náttarfriðin og dálking frá skipum hjá borgaranum í eini og hvørjari kommunu, og kunnu tey ikki tað so eiga tey at umhugsa sína støðu at luttaka í kommunu politikki. Tað er eitt einfalt og rættvíst og lætt val!

Tað er ikki bara náttarfriðurin, men eisini óunniliga dálkingin. Tað er eitt tvíeggjað svør tí dálkingin frá somu skipum er eitt líka so stórt vandamál!

Eftir mínum tykki er tað eitt lætt og einfalt mál at loysa, og tað er at seta ávísar treytir, og lúka skipini ikki ásettar treytir, so hava tey einki at gera við bryggju har tey koma!

EINGIN UMBERING!

UPPGÁVUNA EIGUR

KOMMUNAN Á STAÐNUM!

Eitt gott umhvørvi er fyrsta treytin fyri at borgararnir kunnu trívast, og kommunurnar hava hvør í sínum lagi skyldu til at tryggja umhvørvi so tað er liviligt og trygt at búgva á staðnum.

Tað er eingin orsøk at bíða eftir umberingum frá kommunu ella myndugleikunum á staðnum, tey eiga at kenna sína uppgávu og tryggja góðar karmar fyri borgarar sínar.

Tað er heldur eingin orsøk at bíða eftir einari yvirskipaðu lóggávu.

Tað skal verða friður tá tað skal verða friður. Tað uppgávuna eigur kommunan á staðnum!

Sjálvandi!

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo