Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Skeinkistøðini: Náttarlívið hevur fingið vissu fyri, at landsstýrið fer at leggja fram uppskot um ein munagóðan hjálparpakka.

Tí lata skeinkistøðini aftur klokkan 23 í kvøld og fara næstu tvær vikurnar at lata aftur kl. 23, soleiðis sum landsstýrið hevur mælt til.

Hetta gera skeinkistøðini, eftir at tey hava fingið trygd frá landsstýrinum fyri, at landsstýrið eftir nýggjár fer at leggja fram uppskot fyri løgtingið um ein munagóðan hjálparpakka til vinnuna fyri, at skeinkistøðini skerja virksemið nógv hesa tíðina, sum vanliga er háárstíð hjá teimum.

Skeinkistøðini boðaðu annars frá, at tey ætlaðu sær ikki at fylgja tilmælinum, tí seinasti hjálparpakkin hjá landinum munaði millum lítið og einki.
Skeinkistøðini hava í koronutíðini havt stongt í fleiri mánaðir og hava mist fleiri milliónir í inntøkum. Tey halda, at tey hava tikið eitt stórt tak í stríðnum ímóti koronusmittuni og vilja framhaldandi gera tað.

Nú hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum greitt skeinkistøðunum meira ítøkiliga frá, hvat nýggi hjálparpakkin inniheldur, og skeinkistøðini eru sinnað at fylgja tilmælinum frá landsstýrinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo